Teir vóru tendraðir

Allan Mørkøre stafðesti eftir dystin, at tað var motivatiónin, sum var stóri munurin í dystinum í Runavík.

- Vit møttu einum NSÍ-liði, sum var tendrað, og tað vóru vit ikki. Eftir steðgin komu vit betur við, men tá stóð tað longu 3-1 á talvuni, og tað fingu vit ikki broytt.

Hava spælararnir verið eitt sindur sløktir, eftir at tit tryggjaðu tykkum sessin í Vodafone-deildini.

- Tað kann gott vera. Tað er kanska eisini náttúrligt, tá tú so leingi hevur havt tað sum mál, og tað so at enda eydnast.

- Seinasta dystin spæla vit móti Víkingi á heimavølli, og tað er ein dystur, sum vit vlija vinna. Tað haldi eg eisini, at vit skylda áskoðarunum, eins og tað kann hava týdning, at vit taka eitt gott seinasta minni við okkum í vetrarsteðgin, segði Allan Mørkøre.