- Teir vóru góðir

Viljormur Davidsen hevði eina tóma kenslu eftir tapið ímóti Sveis í kvøld.

Vinstri bakkurin hjá føroyska landsliðnum, Viljormur Davidsen, hevði ikki nakrar undanførslur fyri 2-0-tapið ímóti Sveis á Tórsvølli í kvøld.


- Vit høvdu vónað betur, men teir vóru øgiliga góðir og trýstu okkum langt aftur á vøllin. Tað vóru nógvir metrar fram til málið hjá teimum, segði hann eftir dystin.


- Hetta er ein tóm kensla. Vit gjørdu okkara besta, men teir vóru góðir, segði hann víðari og skoytti uppí, at hann helt Føroyar stóðu væl á vøllinum.


Føroyar vóru væl við fyrstu løtuna av dystinum, men síðani setti Sveis seg fullkomiliga á dystin, og Føroyar runnu aftaná fyri tað allarbesta.


- Tað, sum vit skulu gera betri, er at bróta spælið tá ið teir fáa momentum, so teir ikki kunnu spæla so nógv runt. Vit skulu koma ímillum og finna okkara góðu løtu aftur, segði Viljormur Davidsen.