Teir vóru betri

Alex Ferguson var skjótur at staðfesta, at Manchester United hevði tapt fyri einum betri liði mikukvøldið.

- Tað er eitt vónbrot at tapa, tá tú ert somikið nær. Men Milan vóru betri fyri enn vit kropsliga. Vit skuldu ígjøgnum fyrstu 25 minuttirnar, uttan at skera okkum sjálvar á háls, men tá vit geva tvey bílig mál burtur, so verður tað tungt.

Manchester United hevur enn eina møguliga greipu á heimabeiti at hugsa um. Har er dystur á skránni longu leygardagin, tá grannauppgerð verður móti Manchester City.