Teir ungu yvirhála teir royndu

- Eg havi stórt álit á teimum ungu spælarunum. Hetta eru spælarar, sum hava yvirhálað teir etableraðu innanfyri, sigur Heðin Askham um tað unga og óroynda landsliðið, hann hevur tikið út til dystin ímóti Íslandi.

Tað eru ikki royndirnar, sum eyðkenna fyrstu landsliðsúttøkuna hjá Heðini Askham sum A-landsliðsvenjara í Føroyum.

Fróði Benjaminsen, Súni Olsen og Símun Samuelsen eru etableraðir og royndir spælarar, men umframt teir hevur eingin av teimum úttiknu til dystin ímóti Íslandi spælt 10 landsdystir. Fimm av spælarunum hava ongantíð spælt á a-landsliðnum enn, og 13 av teimum 18 hava spælt 5 landsdystir ella færri.

Men hóast manglandi royndirnar á a-landsliðsstigi hevur Heðin Askham fult álit á teimum spælarunum, sum hann hevur tikið út til dystin ímóti Íslandi 22. mars.

- Vit hava royndar spælarar í øllum ketum, og so kunnu vit byggja út við ungum og góðum spælarum, sum hava markerað seg í føroysku kappingini, sigur Heðin Askham.


Teir ungu yvirhála

Heðin Askham hevur seinnu árini vant U21 landsliðið, og fleiri av spælarunum, sum hava staðið seg væl á tí landsliðnum, eru nú við í a-landsliðshópinum.

- Eg havi stórt álit á teimum ungu spælarunum. Hetta eru spælarar, sum hava yvirhálað teir etableraðu innanfyri, sigur Heðin Askham

Royndir spælarar sum Jákup á Borg og Andrew av Fløtum eru ikki tiknir út. Eru teir vrakaðir á landsliðnum?

- Eg havi úttikið eitt landslið. Eg havi ikki vrakað eitt landslið. Eg gjørdi upp við meg sjálvan, tá ið eg tók hesa uppgávuna á meg, at eg skuldi til Íslands við einum landsliði, sum eg kundi standa hundrað prosent inni fyri.

- Og eg havi verið úti við so at siga øllum av hesum spælarunum fyrr, og teir hava prógvað, hvat teir duga. Eingin hevur spælt seg av liðnum, eg havi bara úttikið eitt lið, sum eg kann standa inn fyri.

Stúrir tú ikki, at tær manglandi royndirnar kunnu fara at kosta í Íslandi?

- Nei, tað rokni eg ikki. Hetta eru alt spælarar, sum hava verið ígjøgnum mylluna við U21 landsliðnum, og sum eru vanir við at verða í dystum, sum í minsta lagi svara til mótstøðuna, sum teir fara at fáa í Íslandi. Teir hava roynt seg ímóti Italia og Kroata og øðrum sterkum londum í U21 høpi .