16 ára gamli Kjartan Sleire og 17 ára gamli Jan Rúni Poulsen standa fyri ljósshowinum til Prix Føroyar kappingina hesaferð. Teir eru báðir fastir ljósmenn í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og teir stýra eisini showinum til tey fýra innleiðandi umførini har.
? Tað er spennandi at gera ljós til Prixið, tað er eitt sindur størri, enn tey vanligu tiltøkini, sum eru her, sigur Jan Rúni Poulsen, sum hevur verið ljósmaður í Mentanarhúsinum síðani hann var 14 ára gamal.
Ikki øll vita, hvat tey vilja hava
Framførslurnar hjá bólkunum snúgva seg ikki bara um tónar og decibel ? tær snúgva seg eisini um stemningar og ljós ? og summir bólkar gera nógv burtur úr tí, sum eygað sær, men oyrað ikki hoyrir.
? Summir bólkar vita, hvat teir vilja hava, meðan aðrir ikki hava nakað beinleiðis ynski frammanundan. Tað er kanska eitt sindur lættari at gera ljós hjá bólkunum, sum hava eina meining um, hvussu tað skal vera, men vit royna at finna út av tí saman við bólkunum, sum ikki eru so avgjørdir frammanundan, sigur Jan Rúni Poulsen.
Royna við ljóðroynd
Tað eru nógvir bólkar til eitt Prix, og ljósmenninir hava ongan livandi kjans at kenna allar bólkarnar og teirra tónleik. Tí er tíðin eisini avmarkað til at leggja eitt ljósshow til rættis.
? Vit plaga at royna okkum fram undir ljóðroyndini, um bólkarnir ikki hava nakra greiða ætlan, og so er møguleikin hjá bólkunum at siga sína hugsan um ljósið, og um teir vilja hava okkurt øðrvísi. Vit plaga so at skriva okkum alt hetta niður og royna at fylgja tí til sjálva framførsluna, sigur Jan Rúni Poulsen.
Hann heldur, at tað er eitt sindur lættari at gera ljós hjá einum bólki, sum hevur sína hugsan um, hvussu ljósið skal vera.
Meira útgerð enn vanligt
Jan Rúni Poulsen og Kjartan Sleire plaga at skiftast um uppgávurnar, sum eru í Mentanarhúsinum, men til Prixið eru teir báðir til arbeiðis.
? Hetta tiltakið er nakað størri enn tað, sum vanliga er í Mentanarhúsinum, og tí eru vit eisini tveir um at gera ljós. Vit brúka ta útgerðina, sum hoyrir heima í húsinum, men harafturat verða eisini meira og øðrvísi lampur leigaðar til Prix-tiltøkini, sigur Jan Rúni.
Men tað er eingin trupulleiki hjá tveimum blaðungum fuglfirðingum at halda skil á ? tvey ljós høvd skulu nokk klára ljósið.