Gomlu KÍ-hetjunar løgdu seg á odda og hildu stand í ein lítlan tíma, men at enda vann dagsins KÍ-lið í Norðoyastevnudystinum, sum savnaði sera nógv fólk í Klaksvík 1991-liðið hjá KÍ royndi seg sunnudagin ímóti dagsins Vodafone-liði hjá KÍ, og tað gjørdist ein undirhaldandi dystur við nógvum áskoðarum og góðum hýri.
Gomlu KÍ-spælararnir løgdu seg á odda í dystinum, tá Friðin Ziskason setti eitt frísparksinnlegg í málið.
Vodafone-liðið javnaði fyri hálvleik við máli frá Leon Bjartalíð. Í seinna hálvleiki legði Jón Jacobsen Vodafone-liðið fram um 2-1, og seint í dystinum økti Eli Simonsen til 3-1.
1991-liðið var væl við í seinna hálvleiki, og teir hóttu fleiri ferðir málið hjá teimum yngru, og teir fingu gyltan møguleika, tá teir fingu brotsspark, men Todi Jónsson misnýtti møguleikan úr 11 metrum.









