Erbil, Irak
Hoyra vit um Irak, hugsa vit um ófrið, bumbubrestir og kríggj, men býurin Erbil (ella Arbil) kann fáa teg at gloyma alt, sum áður hevur hoyrt um Irak. Erbil liggur í Kurdistan har norðuri í Irak, og nú ber til at flúgva beinleiðis til nýggja flogvøllin í býnum umvegis Wien ella Frankfurt. Oljupengar eru í blómandi Erbil, sum hevur vunnið heiðurin á verða ársins arabiski ferðavinnubýur í 2014. Fyrstu búsetingarnar í økinum vóru gjørdar fyri 6000 árum síðani, men í dag er Erbil er ein framkomin og spennandi býur at vitja.
Verona, Italia
Norðuritalski býurin er kendur fyri søguna um Romeo og Juliu og fyri at verða ein operabýur. Verona er vakur og romantiskur allar árstíðir, og við nógvum leivdum frá rómverska tíðarskeiðnum kann býurin eisini bjóða spennandi søgu. Líkamikið, um tú ynskir at taka tær av løttum á kaffistovum, uppliva opera og mentan, síggja søguligar leivdir ella eta góðan mat, so kann Verona eftirlíka tínum ynskjum.
Sarajevo, Bosnia-Herzegovina
Í 1914 setti eitt skot í Sarajevo gongd í fyrra heimsbardaga, og eitt skifti í 90’unum var Sarajevo kallaður heimsins vandamiklasti býur í sambandi við stríðið á Balkan. Men teir dagar eru farnir. Nú er Sarajevo millum tryggastu høvuðsstaðir í Europa, og ymsu fólkasløgini og trúarbólkarnir liva friðarliga saman. Fortíðin hjá Sarajevo ger býin fjølbroyttan og hugtakandi at vitja.
Valencia, Spania
Ert tú til summar, strond og sól, ella til list, arkitektur og mentan, so er Valencia við eysturstrondina í Spania eitt framúr ferðamál. Býurin angar av søgu og bjóðar nógvar søguríkar bygningar, fortovscaféir, matstovur, listasøvn og ikki minst óveruliga Lista- og Vísindabýin, sum arkitektarnir Santiago Calatrava og Felix Candela hava skapt. Fólkið er fyrikomandi og vinarligt, og leitar tú burtur frá teimum mest uppløgdu ferðamannagøtunum, kemur tú í samband við tey veruligu lokalu støðini.
Sochi, Russland
Býurin við Svartahavið hýsti fyrr í ár olympisku vetrarleikunum, men býurin er líka nógv kendur fyri gott veðurlag, pálmar, stórslignar urtagarðar og strond. Úr Sochi er stutt til høgu fjøllini í Kaukasus, har útsýnið út yvir landslagið er imponerandi. Í Sochi kanst tú uppliva nýggjan arkitektur, frálíkar familjumatstovur, lívligar náttklubbar og bíligar marknaðir.
Riga, Letland
Nýggjast limurin í fínu europeisku familjuni er Riga, sum er europeiskur mentanarhøvusstaður í 2014. Lítli og sjarmerandi høvuðsstaðurin er ein fragd at vitja. Á ævintýrkendum gøtum í gamla býarpartinum kanst tú detta inn á kaffistovur ella matstovur, og hevur tú hug til meira stórbýarkent umhvørvi, finnur tú tað eisini í Riga.
Vaduz, Liktinstein
Pinkutjóðin í miðeuropa er ikki nógv størri enn eitt frímerki, og fert tú til handils, kanst tú renna teg inn í prinsin. Men landið hevur tú vakurt landslag, modernaðar býir og mentan at uppliva. Vaduz er lítil býur, har tú kanst spáka býin á tamb uttan at leggjast við sinadrátti. Í býnum er slottið hjá prinsinum og listasavn at vitja. Og stuttur teinur er úr býnum til fjøllini, har tú kanst fáa framúr náttúrukenslu og útsýni.
Bratislava, Slovakia
Tann einaferð linligi høvuðsstaðurin í Slovakia hevur fingið nýtt lív, eftir at Slovakia í 2004 fór upp í Europeiska Samveldið. Nú er lív og lívligt í býnum, og ikki minst gamli býarparturin í Bratislavia er av álvara komin til sín rætt við hugnaligum torgum og smølum gøtum, har tú kanst njóta ein sterkan kaffikopp ella fara á matsovu.
Vancouver, Kanada
Havnabýurin í British Columbia har vesturi í Kanada er ein óvanliga vakur býur, sum bjóðar stórbýarkenslu og náttúruumhvørvi hvørt um annað. Høgu bygningarnir kappast við fjøllini í baksýninum, og við parkum og strondum í nánd, velur tú sjálvur, um tú vilt liva stórbýarlívið ella koma nærri náttúruni. Vancouver er ein sera samansettur býur, og meira enn helmingurin av fólkunum í býnum hava onnur mál enn enskt sum sítt fyrsta mál. Men tað er bara við til at gera býin meira spennandi og fjølbroyttan.
Kotor, Montenegro
Kotor liggur bert 70 kilometrar frá einum tí kendasta og helst best umtókta býnum við Adriatarahavið, Dubrovnik í Kroatia, men Kotor er minst líka hugtakandi og hugnaligur býur. Bláa Bokta Kotorska víkin, gamli býurin , kirkjutorn, fjøllini kring býin og róliga atmosferan gera Kotor til ein goymdan gimstein á Balkan.