Teir átta á vitjan í Klaksvík

At fjálga og hugna um tey gomlu, nú jólini stunda til, er ein partur av settninginum hjá ?Teimum átta? ella dupultkvartettin úr Fuglafirði.

 

Teir skuldu til Lorvíkar at vera við í jólakonsert í kirkjuni, men hildu, at teir líka kundu gera eitt sving til Klaksvíkar at syngja har, áðrenn.

 

Teir løgdu at landi á sambýlinum við Bøgøtu, sambýlinum á Garðavegnum og á sambýlinum á Heygnum ? sungu eini fýra sangir, vakurt og fleirradda og so ?Gleðilig jól? sum felags sang.

 

Tað vóru glómir í teimum gomlu at fáa óvæntaða og gleðiliga vitjan ? frálíkan sang og eitt lítið prát.

Hóast tey øll ikki skóru í at syngja, sum lótu varrarnar rætt til sangin og serliga til ?Gleðilig jól?, tá ið tey flestu sótu við foldaðum hondum.

 

Teir átta ynsktu gleðilig jól og takkaðu fyri seg. Tey gomlu takkaðu á sama hátt, og høvdu havt eina ríka løtu.

 

Leiðarin fyri hesum vælsyngjandi bólki er Jógvan á Lakjuni, sum eisini tráddi urguna, tá ið ?Gleðilig jól? varð sungin.