Credo eru millum føroysku bólkarnar, sum eru slopnir at spæla á Fjarðafestivalinum í ár. Tað gjørdu teir eisini í fjør, og ónáttúrliga lítið er broytt. Kanska eru teir eitt sindur lættari enn í fjør, men veruliga kenslan er, at teir hildu tað rigga fínt í fjør, og so liva teir í somu trúgv.
Óljóðið frá tyrlum og øðrum koyrdu ímillum nakrar av sangunum, og tað gav somu effekt sum í fjør.
Forsangarin er framvegis goymdur aftanfyri trummurnar, og tað er harmiligt, tí løgið nokk er Credo ein bólkur, ið gevur eina betri heildaruppliving, um teldan spælir trummur og trummuspælarin syngur.
Í mun til í fjør hevur Credo fingið eitt munandi høgligari pláss á skránni, tí tað er ofta best at vera um midnáttina, men henda hepna støða kemur helst mest av, at veruligu útlendsku stjørnurnar eru á veg av landinum.
Í fjør vóru Credo millum teir fyrstu á skránni.
Hóast kenslan var, at hetta spældu teir eisini í fjør, so spæla teir betri í ár, men framførslan kendist eitt sindur fokunnugari í fjør.
Tónleikurin er eitt slag av hørðum rokki, har gittararnir hava sín stóra leiklut, og hetta riggar fínt. Tónleikararnir sóu út at hugna sær sera nógv, og tað gjørdu fáu áskoðararnir, sum ikki vóru rýmdir við sjarmerandi Jeremy Camp og sum eisini hættaðu sær fram til pallin, eisini.