Teir tríggir

So eydnaðist tað umsíðir hjá teimum trimum at snara høvdið av Kaj Leo formanni

Royndirnar hesi fýra árini hava verið fleiri, tann seinasta royndin, sum vit øll minnast var, tá Kaj Leo var á veg yvir til New York á ST fund og teir tríggir svørtu hildu seg hava møguleikan. Tá vísti Lisbeth Petersen sína styrki og snildi við at halda teir við borðið í fíggjarmálastýrinum til Kaj Leo var lendur í New York og fekk sett tingini upp á pláss aftur.

Eg hevði ringt við at skilja og trúgva mínum egnu oyrum og eygum, tá eg í gjár, tríggjar minuttir áðrenn tingfundur skuldi byrja, sá og hoyrdi Edmund og Høgna planleggja, hvat skuldi fara fram restina av degnum.

Tað var sjálvandi ikki ætlanin, at nakar skuldi hoyra hvat hesir planløgdu aftan fyri ryggin á Kaj Leo formanni. Flestu fingu vit tó ein mistanka, tá áheitanin frá Høgna á formannin týsdagin um at útseta 3. viðgerð av málinum um tíðarfreistina til val gekk so glatt ígjøgnum, sjálvt um landsstýrismaðurin, sum varaði av málinum, sat klárur til viðgerðina í løgtinginum.

Tað var okkum í samgonguni greitt, at tá politiska kempan úr Vestmanna fór úr landsstýrissessinum, og Kaj Leo misti ein av sínum høvuðsstuðlum, tá var greitt, at trupult varð at halda fram við samstarvinum í samgonguni.

Tað sást beinanvegin, at avloysarin hjá Bárði fór yvir í svarta partin hjá Sambandinum og greitt mótarbeiddi tí nýskipanarsinnaða Kaj Leo formanni.

Sum ein av teimum, sum ikki hevur tikið undir við loysing og teimum fylgjum, ið tað førir við sær, má tó sigast, at loysingarrørslan í Føroyum ongantíð hevur havt nakran betri stuðul enn Edmund Joensen.

Ótrúliga væl varð telvað hjá Edmundi og Høgna at velja røttu løtuna, tá Marjus Dam, sterkasti stuðul hjá Kaj Leo, eina løtu var burturstaddur.

Sostatt má sigast, at teir tríggir, sum umboða svarta partin av sambandinum aftur einaferð vunnu ein sigur, tíverri aftur hesaferð til fyrimun fyri loysingarrørsluna í Føroyum.