Átta menn av útlendskum uppruna eri tiknir í Danmark, og ellivu hús og íbúðir eru rannsakað Teir átta menninir, sum vórðu tiknir í nátt, eru ímillum 19 og 29 ára gamlir. Teir eru av turkiskum, pakistonskum, afghonskum og somalisum uppruna.
Seks av monnunum eru danskir ríkisborgarar, og hinir báðir eru útlendskir ríkisborgarar við uppihaldsloyvi í Danmark.
Stjórin í fregnartænastuni hjá donsku løgregluni, Jakob Scharf, segði á tíðindafundi í Keypmannahavn í dag, at menninir hava havt samband við leiðandi limir í al-Qaeda.
Í sambandi við handtøkurnar rannsakaði løgreglan ellivu hús og íbúðir á Keypmannahavnarleiðini.