Teir sterkastu í finaluni

Tað verða teir báðir sterkastu tennisspælararnir, sum skulu spæla mansfinaluna í US Open. Í gjárkvøldið tryggjaði Novak Djokovic sær annað finaluplássið, og í nátt fekk Rafael Nadal hitt, tá hann basti skotanum Andy Murray. Nadal vann hálvfinaluna 6-4, 6-2, 3-6, 6-2.

 

Rafael Nadal og Novak Djokovic spældu eisini finaluna í US Open í fjør, og tá vann Nadal. Hetta er fyrstu ferð síðani 1987 og 1988, at somu spælarar spæla finaluna í US Open tvey ár á rað. Tey árini vóru tað Ivan Lendl og Mats Wilander. Lendl vann í 1987 og Wilander í 1988.