Teir størstu og teir smæstu liggja

Tað eru bara partrolarar, sum eru til fiskiskap. Bæði djúpvatnstrolararnir og teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju.

- Øll partrolarapør uttan tvey eru til fiskiskap í løtuni. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er fyri tað mesta smáligur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, og tað hava teir gjørt leingi.

 

Men, tað eru ikki bara djúpvatnstrolararnir, sum liggja. Tað gera teir smáu trolbátarnir eisini. Soleiðis, sum veðurforsagnirnar eru í løtuni, loysa trolbátarnir neyvan aftur fyri jól.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Svartkalvaskipini hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur. Eitt garnaskip fiskar havtasku, men her er fiskiskapurin meira smáligur, verður lagt aftrat.