Fløkt byggimál
Nú skal arbeiðið at byggja dagstovn á Argjum og í Hoyvik, bjóðast út av nýggjum.
Tað samtykti Tórshavnar Býráð hóskvøldið.
Men stovnarnir skulu bara bjóðast út til teir somu, sum bjóðaðu fyrru ferðina, tá ið málið datt niðurfyri, tí fløkja kom í.
Tað var m.a. ein trupulleiki viðvíkjandi mvg, sum tók seg upp, tí teir, sum lótu inn tilboð, høvdu ikki til fulnar roknað við meirvirðisgjaldinum.
Nú, málið aftur var fyri í Mentamálanevndini, mælti meirilutin, Heðin Mortensen, Beate L. Samuelsen og Bjarti Mohr, Býráðnum til at útbjóðingin verður avlýst, og arbeiðið verður boðið út av nýggjum í innbodnaðari útbjóðing í totalari arbeiðstøku til teir somu, sum hava latið tilboð inn.
Men tey mæltu eisini til, at útbjóðingartilfarið varð tillagað, so at tað nú verður Kommunan, sum kemur at standa sum byggiharri, at kommunan kann taka av einum ella tveimum stovnum frá sama tilboðs-gevara, at vektingin verður broytt, soleiðis at kostnaðurin 40%, arkitekturur og innrætting 40% og tilfarsval 20%, at tilboðini skulu verða inni 3 vikur, eftir at útbjóðingartilfarið verður sent út
at byggingin av báðum stovnunum skal verða liðug 1. november 2002.
At døma innkomnu tilboðini skuldi ein nevnd setast við við umboðum úr umsitingini hjá Býráðnm og arkitektafelag Føroya.
Minnilutin í nevndini, Jógvan Arge og Torfinn stúrdu fyri, at fløkja aftur kemur í málið og tí mæltu teir til, at Býráðið tryggjaði sum mest gjøgnumskygni í máli og tí mæltu teir til, at teir báðir barnagarðarnar vórðu bodnir út í almennari licitatión eftir tekningum, sum Býráðið skuldi útvega.
Men tá avtornaði, var tað upskotið hjá meirilutanum, sum vann frama, hóast minnilutin í býráðnum ikki atkvøddi fyri tí.










