Teir somu fáa møguleikan í Andorra

Eyðun Klakstein hevur sett sama liðið at fara á vøllin í kvøld, sum 12. september spældi ímóti Kroatia

Nú klokkan 19 fer føroyska U-21 landsliðið á Estadi Nacional vøllin í Andorra. Hetta er onnur ferðin í ár, at Føroyar og Andorra fara at hittast í EM undankappingardysti. Fyrra ferðin var fríggjadagin 16. Juni, tá ið úrslitið í Klaksvík var 2-2. Ta ferðina legði Jørgen Nielsen Føroyar á odda við brotssparki í 13. minutti, og ta ferðina var tað innskifti Gutti Dahl-Olsen, sum eitt stórt korter undan leikloki javnaði til 2-2.

 

Dysturin í Klaksvík í juni var tann fyrsti í hesi EM undankappingina, og hann var tann fyrsti hjá nýggja liðnum og venjaranum Eyðuni Klakstein og hjáparvenjaranum Atla Gregersen.

 

2-2 á heimavølli ímóti Andorra kendist ikki sørt av vónbroti, men síðani hava Føroyar í heyst vunnið 3-2 á útivølli ímóti Hvítarusslandi, og tað var spenningur til  síðsta bríksl á heimavølli, tá ið Føroyar pressaðu fyri at javna til 3-3 ímóti Kroatia, sum í síðstu løtu staðfesti 4-2 sigur.

 

Eyðun Klakstein hevur sett liðið, sum klokkan 19 fer at spæla í Andorra, og tað er nett sama lið, sum frá fyrsta bríksli var á vøllinum ímóti Kroatia:

 

Føroyar: Ari í Haraldsstovu Petersen – Elias Rusborg, Áki Johannesen, Børge Petersen – Signar á Brúnni, Noah Mneney,  Gullbrandur Øregaard, Ási Dam – Áki D. Samuelsen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

Á beinkinum: Rasmus Nilsson, Jákup N. Vilhelmsen, Poul Kallsberg, Heini Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Bergur J. Poulsen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner

 

Til ber til at síggja Andorra – Føroyar á Rás1 hjá Televarpinum.