Teir skuldu fremja heimsins størstu yvirgangsatsókn

Sambært bretska ákæruvaldinum ætlaðu teir átta menninir at leggja bumbur í minst sjey flogfør, sum skuldu úr London til USA og Kanada

Hevur bretska ákæruvaldið rætt, og hevði tað eydnast monnunum at fremja sínar ætlanir, hevði atsóknin kravt fleiri mannalív enn nøkur onnur yvirgangsatsókn. Teir ætlaðu at leggja nakrar heimagjørdar bumbur umborð á minst sjey flogfør, og bumburnar skuldu so bresta, meðan flogførini vóru á veg úr London til ymsar býir í USA og Kanada.

 

Bretska ákæruvaldið vil vera við, at teir átta menninir ætlaðu at spræna flótandi spreingievni í sodavatnsfløskur, og fyri at gera spreingingina serliga harða skuldi eitt sindur av einum søtum drykki sprænast í fløskurnar.

 

Peter Wright, sum er ákæri í málinum, segði í rættinum í London í gjár, at Abdul Ahmed Ali, Assad Sarwar og Mohammed Gulzar vóru høvuðsmenninir aftan fyri ætlanina. Teir báðir fyrru vórðu tiknir í London tann 9. august í 2006, eftir at løgreglan hevði eygleitt ein fund teirra millum.

 

 

Funnu upplýsingar

 

-Tað var heilt týðiligt, at teir báðir vóru við til at leggja eina yvirgangsatsókn til rættis, segði Peter Wright, tá hann las ákæruritið.

 

Í einum lumma hjá Abdul Ahmed Ali fann løgreglan eitt minniskort, og tá løgreglumenninir koyrdu tað í telduna, vísti tað seg, at á kortinum vóru ferðaætlanir hjá flogførum, sum skuldu úr Heathrow-floghavnini, upplýsingar um viðføri, trygdareftirlit og ymsar aðrar upplýsigar um floghavnina. Tað sást, at nakrar ávísar flogferðir høvdu serligan áhuga, og var talan um flogfør, sum skuldu úr London til Montreal, Toronto, San Fransisco, Chicago, New York og til Washington í tíðarskeiðinum millum august í 2006 og august í 2007. Á samrøðuni millum Abdul Ahmed Ali og Assad Sarwar skilst løgreglan, at 18 sjálvmorðsbumbumenn skuldu fullføra atsóknirnar.

 

Sambært ákæruvaldinum vóru teir átta lidnir við fyrireikingarnar, tá teir vórðu tiknir. Allir teir ákærdu nokta seg sekar.