- Teir skuldu bara sekta okkum fyri okkurt

- Tá teir komu umborð, søgdu teir seg hava loftmyndir, har vit stoyttu fisk í havið, men teir sóu skjótt, at tað passaði ikki, sigur Jón Rasmussen.

- Tá teir komu umborð í hesum umfari, søgdu teir seg hava loftmyndir, har vit stoyttu fisk í havið, men teir sóu skjótt, at tað passaði ikki.

 

Tað sigur Jón Rasmussen, sum henda túrin hevur verið skipari á verksmiðjutrolaranum Norðborg, meðan hitt skipið hjá felagnum - Christian í Grótinum - hevur ligið í Hetlandi, afturhildið av myndugleikunum.

 

Hann sigur, at alt byrjaði við, at myndugleikarnir komu umborð og søgdu seg hava loftmyndir, sum vístu, at blóðvatn rann út úr skipinum.

 

- Sjálvandi passaði tað væl, tí vit lógu og heysaðu makrel, og blóðvatnið rann í havið.

 

Jón Rasmussen sigur, at myndugleikarnir vildu sekta Christian í Grótinum eftir einari kunngerð frá 1998 um útblaking av ungfiski.

 

- Men, tað nyttaði einki, tí eingin fiskur varð blakaður í havið aftur.

 

Hann sigur, at síðan hildu teir seg hava ein "trumf" við at ákæra skipið fyri at brúka kemisk evni til at gera fisk ókenniligan. 

 

- Vit hava etikasýru umborð, sum saman við ísi verður latin út yvir slógvið, sum Havsbrún keypir, og sambært somu kunngerð er einki ólógligt í tí, tá talan er um slógv.

 

Jón sigur, at tá myndugleikarnir eisini sóu, at slógvið svaraði júst til tað, sum varð fryst av heysaðum fiski, vistu teir ikki rættiliga, hvørji ráð vóru til at taka.

 

- Dómarin helt heldur ikki, at her var nakað at koma eftir, men fyri at myndugleikarnir, sum kortini kravdu skipið til lands, ikki skuldu vera heilt til skammar, varð kravt, at reiðaríið reisti eina trygd á umleið 200.000 krónur.

 

Jón Rasmussen sigur, at á henda hátt sluppu myndugleikarnir so nøkulunda snikkaleysir av aftur við Christian í Grótinum - eftir, at teir høvdu roynt alt millum himmal og jørð fyri at finna eitt hvørt, sum teir kundu "ákæra" skip og manning fyri.