- Vit skapa einar fýra-fimm stórar møguleikar móti einum oddaliði á útivølli, millum annað við skoti á tvørtræið, og tað má mann sjálvandi vera nøgdur við, segði Eli.
Hann segði, at teir alla tíðina máttu hava eygað við Sylla, tí hann er bæði skjótur og sterkur, men Eli helt eisini, at B71-spælið var í lagi.
- Sjálvandi er mann ongantíð nøgdur við at tapa, men vit skaptu altso fleiri møguleikar enn B36. So saman um tikið kann sigast, at teir skora upp á sínar møguleikar, og tað gera vit ikki.









