Teir skoða verkið

Veðrið var ikki av tí besta, men tað helt kortini ikki tveimum listakønum monnum aftur í at fara út úr bilinum eina løtu.

Seinnapartin leygardagin hittust listamaðurin, Hans Pauli Olsen og Helgi Fossádal, nýggjur listarligur leiðari í Listasavninum.
Teir skoðaðu eitt av mongum verkum hjá Hans Paula ? standmyndina "Fría Fríða" sum varð avdúkað í juni mánaði í fjør. hon stendur á tí vakra økinum nærhendis Skansanum í Havn.
Hans Pauli er í Føroyum í løtuni í samband við annað arbeiði.
Teir báðir hava helst mangt at práta um.