Teir skjóta fyri brúðarpari

Ávísar mannagongdir eru galdandi, tá skotið verður fyri brúðarpari.

 

Í summum bygdum er framvegis vanligt at skjóta fyri brúðarpari, men sambært mannagongdum, ið løgreglan vísir á, eru nakrar reglur galdandi fyri slíkt virksemi.

 

Herfyri giftust Vilma Poulsen og Michael Thomsen, og tá tey bæði eftir brúdleypsferð komu aftur til Nólsoyar, stóðu fleiri skjúttar fyri teimum, sum viðhefta mynd vísir.

 

Eins og í onkrum øðrum bygdum, er tað framvegis siður í Nólsoy at skjóta fyri brúðarpari. Eru fólk gift í allari stillheit, er tað sum oftast onkur, sum finnur út av giftarmálinum.

 

Soleiðis var eisini henda dagin í Nólsoy, tá Vilma og Michael komu út um fjørðin aftur. Skjúttar stóðu klárir, og bindiklubbakvinnur høvdu syrgt fyri smurdum breyði.

 

Tað er sjáldan, tú dettir á mannagongdir, sum eru galdandi fyri skjóting til brúdleyp, men á heimasíðuni hjá Vága kommunu hevur støðleiðarin í 2010 sett nakrar reglur upp.

 

Úr reglunum kann nevnast, at skjúttin í fyrsta lagi skal vera edrúur, og hann skal vera fyltur 18 ár. Haraftrat skulu bert patrónir, sum eru uttan høgl, brúkast.

 

Eisini skal boðast løgregluni frá skjóting umleið ein tíma, áðrenn skjótingin byrjar.

 

Um hesar mannagongdir ikki verða fylgdar, er tað løgreglan í hvørjum einstøkum føri, ið ger av, um ákæra skal reisast.