Sambandsflokkurin ber ikki agg og kann saktans gloyma orðini hjá Vilhelm Johannesen, men skrivingin hjá Thomas Arabo í Sosialinum í dag er vandamikil.
Arabo skrivar at ein atkvøða til Sambandsflokkin er ein atkvøða fyri status quo í spurninginum um Føroya støðu í ríkisfelagsskapinum. Arabo skrivar eisini um eitt val millum fullveldi og svartasta samband ? júst tað samband í ríkinum, sum Javnaðarflokkurin annars sigur seg taka undir við.
Thomas Arabo skrivar eisini, at Javnaðarflokkurin hevur stak góðar royndir frá samstarvi við Tjóðveldisflokkin. Hetta síðsta var óneyðugt at boða frá, tí ivaleyst vita øll hvar Thomas Arabo stendur politiskt í Javnaðarflokkinum, hann sá helst eina samanrenning við Tjóðveldisflokkin.
Nei, Sambandsflokkurin vil ikki hava status quo. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava undirskrivað felags álit í Uttanlandsnevndini um rættarstøðu Føroya.
Sambandsflokkurin ætlar ikki at leypa frá hesum áliti, og eg havi heldur einki hoyrt um at Javnaðarflokkurin hevur ætlanir um at skáka sær undan gjørdari avtalu.
Men skrivingin hjá Araboð ber boð um nakað annað, og fær hann og hansara bólkur í flokkinum viðrák, ja, so hevur Thomas Arabo veruliga gjørt Javnaðarflokkinum eina dáragerð.
Við teim royndum, Arabo hevur, átti hann at vitað, at tað er eitt mark fyri, hvussu ofta ein flokkur snikkaleysur kann skifta kós.
Saman við Tjóðveldisflokkinum fær Thomas Arabo ongar broytingar innan fyri ríkisfelagsskapin, men saman við Sambandsflokkinum er gjørligt at gera allar tær broytingar, sum 75% av føroyingum ynskja.
Sambandsflokkurin vil gera allar tær stjórnarligu broytingar, sum tæna fólkinum best, heldur enn at gera tær broytingar, sum geva okkum loysing.
Vit hava ikki tann alsk til Tjóðveldisflokkin, sum Thomas Arabo hevur.










