Teir seinastu komu hósdagin

Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen vóru báðir við á liðnum hjá Frem, sum mikudagin stríddi seg til 2-2 javnleik í Kolding.

Teir vóru tí ikki við á longu ferðini hjá liðnum mikudagin, men tað merkti tó ikki, at teir høvdu nakra lætta ferð til Beograd.

Saman við liðfeløgunum vóru teir í danska høvuðsstaðnum um 1-tíðina hósnáttina, og longu klokkan 5 á morgni gekk leiðin til Beograd við beinleiðis flogfari úr Keypmannahavn.

So talan var um tveir rættiliga møddar spælarar, sum løgdust afturat hópinum hósdagin seinnapart.