Teir seinastu fáa svar í dag

Teir báðir seinastu skrivligu fyrispurningarnir í hesari tingsetuni verða svaraðir á tingfundinum í dag.

Fyri einum mánað síðani fingu landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Annika Olsen tveir fyrispurningar. Í dag svara tey.

 

Páll á Reynatúgvu hevur spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um ein nýggj fiskivinnuskipan kemur í hesum valskeiðinum, um mannagongdir í sambandi við útlutan av fiskirættindum og um útlendskan ognarskap í føroyskum fiskiskipum.

 

Fyrispurningurin hjá Sirið Stenberg er um fátækramarkið. Løgtingskvinnan spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hví løgtingssamtyktin um at áseta fátækramark og at leggja uppskot fram í tí sambandi er broytt til at áseta eitt fátækramark og at eyðmerkja, hví fólk liva í fátækt. Tingkvinnan vil eisini hava at vita, hvørji tiltøk landsstýriskvinnan ætlar at fremja til bata fyri tey, sum liva í fátækt og serstakliga børnini. 

 

Í tingsetuni, sum endar fríggjadagin, hava løgtingslimir sett løgmanni og landsstýrismonnum 34 skrivligar fyrispurningar.