Á gamla flakavirkinum í Nólsoy fáast menn í dag við at rudda og reinsa.
Fyrrapartin, tá gingið var framvið gamla flakavirkinum, vóru menn í holt við at rudda, serliga gomlu skerihøllina,sum var full av óruddi.
Frank Hellisdal, ið eigur gamla flakavirkið, og Thomas Hans Petersen fingust tá við at bera gamlan við oa annað út úr skerijhøllini.
Tá alt er fingið út, er ætlanin at trýstspula gólvið, og síðani seinni at taka eina skrubbu eftir gólvinum.
Frank Hellisdal roknaði við, at tað fór at taka ein stóran part av degnum at fáa hetta avgreitt, men hvat er betri enn ein góður leygardagur at fáa slíkt avgreitt.
Á myndini síggjast Frank Hellisdal (tv) og Thomas Hans Petersen taka sær eina lítla hvíld.










