Christian í Grótinum er á veg til Noregs við 700 tonsum, og Norðborg trolar saman við 50 skipum innanfyri 30 fjórðingar Eftir at tað seinastu vikuna hevur verið smáligt hjá sildaskipunum norðanfyri, hilnaðist vikuskiftið heilt væl. Christian í Grótinum er á veg til Noregs við 700 tonsum av feskari sild. Fyrstu vikuna partrolaðu teir saman við Carlton, og síðani hava teir trolað saman við Norðborg. Fiskaríið var fyrra partin av túrinum smáligt. Í vikuskiftinum hava teir rokast. Christian í Grótinum roknar við at vera inni í Måløy í Noregi mánadagin.
Norðborg fór nýggjan túr 31. august. Eftir at Christian í Grótinum er farin at sigla til Noregs, trolar Norðborg við lemmum. Norðborg hevur verksmiðju, og teir høvdu í dag 600 tons av frystum sildafløkum í lastini.
Á heimasíðuni hjá Christian í Grótinum siga teir á Norðborg í dag, at tað skrivar, og at tað eru nógv skip, sum trola á einum ógvuliga avmarkaðum øki. Teir hava talt eini hálvt hundrað skip innanfyri 50 fjórðingar. Talan er um íslendsk, russisk og grønlendsk skip umframt føroysku skipini.
Í fyrradagin landaði Jupiter 450 tons av feskari sild til matna í Vaerøy í Noregi. Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu partrola.