Maanchester United vann seinnapartin 4-2 á Leeds í ensku Premier League.
Hóast býirnir Manchester og Leeds liggja 64 kilometrar burtur frá hvør øðrum, er kappingarstríðið millum teir eitt tað harðasta, sum finst. Orsøkin til harða eljustríðið eru Rósukríggini í 15. øld, har greivadømini Lancashire og Yorkshire bardust um ensku trónina. Stóri bardagin, Bardagin við Towton, kostaði fleiri túsund mannalív.
Stríðið kyknaði upp aftur undir ídnaðarkollveltingini í 18. og 19. øld, tá Leeds hevði havt góðar inntøkur av ull, meðan Manchester legði seg eftir bummull. Bíligi kolflutningur eftir Bridgewater siglingarveitini stuðlaði undir bummullsídnaðin.
Tann 20. januar 1923 sóu 25.000 áskoðarar fyrsta dystin millum liðini. Dysturin endaði 0-0. Eina viku seinni vann Manchester United fyrsta sigurin og enntá fyrsta útivallarsigurin við einum 1-0 sigri. Leeds vann fyrsta sigurin 3. oktober 1925 við einum 2-0 sigri á Elland Road.
Tá bretsku fótbóltsbølmennini herjaðu fótbóltsspælið í 1970-árunum, vóru bardagarnir millum Leeds United Service Crew og Red Army hjá Manchester United tiltiknir, har brøðurnir, Bobby og Jack Charlton umboðaðu hvør sítt lið. Í stjórnartíðini hjá sær (1986-2013) keypti Sir Alex Ferguson eisini fleiri lyklaleikarar frá Leeds, eitt nú Eric Cantona, Rio Ferdinand og Alan Smith.
Manchester United kom til dagsins dyst í svørtum bussi, tí tað er ikki klókt at vísa røttu, reyðu litirnar í Leeds. Dysturin sjálvur gjørdist meira litríkur, har Leeds byrjaði betur, men Manchester United tók yvir. Fleiri ferðir rungaði “Reis teg upp, um tú hatar Man U” millum Leeds fjeppararnir og Leeds leikararnir tóktust eisini meira eggjaðir frá byrjan av. Útskeldaði liðskiparin, Harry Maguire, legði kortini Manchester United á odda eftir hornaspark. Í 139. hornasparki eydnaðist endiliga reyða liðnum at skora. Bruno Fernandes økti til 2-0.
Í seinna hálvleiki minkaði spanski landsliðsáleyparin, Rodrigo, við einum sera hepnum innleggi, meðan innskifti stjørnuleikarin, Raphinha, javnaði minuttin eftir. Ein annar innskiftur leikari, Fred, legði Manchester aftur á odda 3-2. Stutt fyri dystarlok lyfti áðurnevndi Bruno Fernandes bóltin aftur um seg sjálvan og legði upp til svian Anthony Elanga. Á einum regntungum vølli á Elland Road vann Manchester United sostatt ferðmikla dystin 4-2.











