Teir reistu ein kross

Lech Valesa og nakrir av hinum monnunum á stóru Gdansk skipasmiðjuni í Pólandi høvdu reist ein risa stóran kross á einum heyggi. Krossurin var sveisaður saman úr rustfríum stáli. Við hvørja síðu á risa krossinum stóð ein lítil krossur.

Teir reistu henda kross sum eitt tekin uppá teirra kristna grundstøði og tí frælsi, teir stríddust fyri at fáa.

Men valdsharrarnir komu eftir teimum. Menninir vórðu avbukaðir, settir í fongsul og familjur teirra hóttar eftir lívinum. Men krossin tordu valdsharrarnir ikki at taka niðuraftur.

Býráðsvalið er eitt val til fólkaræði hvar nærdemokrati og sambandið ímillum tann fólkavalda og borgaran kanska er tættast. Býráðsvalið er eitt val, hvar nógv viðurskifti koma upp á tal: eldrarøkt, barnarøkt, vegagerð o.s.fr. Men fortreytin fyri hesum er at vit verja fólkaræðið.

Hvønn sunnumorgun síggjast polakkarnir á skipasmiðjuni fara niðan í katólsku kirkjuna í Havn til gudstænastu. Teir kunnu gera hetta, tí teir liva í einum fríum samfelag.

Fólkaflokkurin veit, at frælsi ikki er ein sjálvfylgja. Fólkaflokkurin veit, at tað eru kreftir, sum við snildisligum uppskotum vilja koma persónliga frælsinum til lívs.

Persónligt frælsi og fólkaræði ? tað er tað, sum býráðsvalið snýr seg um.

Vinarligast,


Bjarti Mohr, valevni

hjá Fólkaflokkinum