Teir úr Klaksvík bastu havnardreingjum

Spenningurin var øgiliga stórur, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust í Hósvík

Vinnarin var tann sami, sum hann var í Klaksvík og á Tvøroyri. Fípan Fagra vann aftrur í kvøld, og harvið hava teir úr Klaksvík fult stigatal og eru harvið fremstir í FM kappingini.

 

Men tað var uppaftur tættari í kvøld, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar. Teir á Sílinum vóru sera treiskir. Fípan legði best fyri, men Sílið svaraði aftur og eina løtu var drekastavið frammanfyri Fípuna.

 

Tá ið umleið hálvt málið var rógvið, svaraði Fípan Fagra aftur. Hon legði seg hálvan skutin ella so framum Sílið, og havnardreingir megnaðu ikki at svara aftur. Í endapurtinum øktist munurin eitt vet, soleiðis at tað, tá ið tveir teir fremstu fóru um málið var munurin ein stórur skutur ella ein lítil hálv bátslongd.

 

1 Fípan Fagra 05.10.32

2 Sílið 05.11.23

3 Teistin 05.15.00

4 Royndin Fríða 95.15.42

5 Jallurin 05.18.19

6 Pílur 05.18.38

7 Drekin 05.21.49

8 Havfrúgvin 05.22.23

9 Ingibjørg 05.23.12

10 Frúgvin 05.27.45

11 Títtlingur 05.27.46

 12 Firildur 05.31.19

 

FM støðan

1 Fípan Fagra 21

2 Sílið 18

3 Royndin Fríða 13

4 Teistin 10