Teir prísa seg lukkuligar - tað var ein skelkur

Vit máttu summa okkum aftur eina løtu eftir hesa hendingina, sigur Dánjal petersen í Havn

Dánjal Petersen, høgrumegin, og vinmaðurin, Dádid á lág fingu ein skelk í morgun. Myndin er av Facebook

##med2##

 

Hetta var rættiliga skelkandi og vit máttu brúka eina løtu upp á at summa okkum aftur. Tað sigur havnarmaðurin, Dánjal petersen, sum er á ferð í Nepal við vinmanninum, Dávidi á Lág. Í gjár frættist, at eitt ferðafólkaflogfar við 72 fólkum er dottið niður í Nepal, og hóast øll ikki eru afturfunnin, er eingin vón um at nakað er sloppin frá vanlukkuni við lívinum.

 

Og sum vit skrivaðu í morgun, so fingu teir báðir hesa vanlukkuna heilt tætt upp at sær, tí teir skuldu eisini á flog av sama flogvølli, sum vanlukkuflogfarið fór frá og tað var heldur ikki so leingi ímillum flogferðirnar.

 

Lesið eisini: Dánjal stóð millum ferðafólk í flogvanlukkuni í Nepal

 

Bæði flogførini skuldi fara frá somu inngongd - gate - á flogvøllinum og eina løtu gingu teir báðir ímillum øll ferðafólkini, sum altso høvdu latið lív eina lítla løtu seinni.

 

Hann sigur, at vanlukkuflogfarið slapp avstað, men teirra flogfar varð avlýst, so teir máttu aftur á hotellið- eitt sindur avindsjúkir upp á tey, sum vóru sloppin avstað...

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Dánjal Petersen greiða frá á FM1

 

Dánjal Petersen, høgrumegin, og vinmaðurin, Dádid á lág fingu ein skelk í morgun. Myndin er av Facebook