Fyrstu dystirnir í 2. umfari í Premier League hava verið í gjár. Liverpool og Brighton hava fult stigatal eftir sigar í gjár, meðan Manchester City kom á talvuna við einum 5-0 sigri á Norwich, eftir at teir taptu í 1. umfari móti Tottenham.
Liverpool vann á heimavølli sannførandi 2-0 sigur á Burnley. Diogo Jota og Sadio Mané skoraðu málini, men stóran søgan er at 18 ára gamli Harvey Elliott byrjaði inni á fyrsta sinni. Framrættaði miðvallarin stóð seg væl, hóast gestirnir fóru illa við honum.
Manchester City vann lættan 5-0 sigur á Norwich, sum var gestur á Etihad leikvøllinum. Jack Grealish, dýrasti breti nakrantíð, skoraði sítt fyrsta mál fyri Manchester City, eftir skifti frá Aston Villa.
Ein av avloysarunum í Aston Villa er Danny Ings. Áleyparin er høgt í metum og hevur skorað allastaðni har hann hevur spælt. Í gjár skoraði hann eitt hálvliggjandi saksaspark, tá Aston Villa fekk sín fyrsta sigur. Teir vunnu 2-0 á Newcastle, ið framvegis einki stig hevur.
Fyrrverandi liðskiparin hjá Arsenal, Patrick Vieira, fekk sítt fyrsta stig sum venjari hjá Crystal Palace, tá teir spældu málleysan javnleik móti Brentford. Uppflytararnir úr Brentford hava nú fýra stig og tað er meir enn góðkent.
Leeds United og Everton spældu javnleik 2-2, meðan Brighton vann kvøldardystin á Watford. Brighton hevur nú seks stig fyri tveir dystir. Tað gevur eitt deilt fyrsta pláss.
Premier League 2. umfar:
Í dag:
Southampton – Manchester United (14.00)
Wolverhampton – Tottenham (14.00)
Arsenal – Chelsea (16.30)
Í morgin:
West Ham – Leicester (20.00)
Í gjár:
Liverpool – Burnley 2-0
Aston Villa – Newcastle 2-0
Crystal Palace – Brentford 0-0
Leeds – Everton 2-2
Manchester City – Norwich 5-0
Brighton – Watford 2-0
Støðan:
1 | Liverpool | 2 | 2 | 0 | 0 | 5:0 | 6 |
2 | Brighton | 2 | 2 | 0 | 0 | 4:1 | 6 |
3 | Everton | 2 | 1 | 1 | 0 | 5:3 | 4 |
4 | Brentford | 2 | 1 | 1 | 0 | 2:0 | 4 |
5 | Manchester City | 2 | 1 | 0 | 1 | 5:1 | 3 |
6 | Manchester United | 1 | 1 | 0 | 0 | 5:1 | 3 |
7 | Chelsea | 1 | 1 | 0 | 0 | 3:0 | 3 |
8 | West Ham | 1 | 1 | 0 | 0 | 4:2 | 3 |
9 | Aston Villa | 2 | 1 | 0 | 1 | 4:3 | 3 |
10 | Leicester | 1 | 1 | 0 | 0 | 1:0 | 3 |
11 | Tottenham | 1 | 1 | 0 | 0 | 1:0 | 3 |
12 | Watford | 2 | 1 | 0 | 1 | 3:4 | 3 |
13 | Crystal Palace | 2 | 0 | 1 | 1 | 0:3 | 1 |
14 | Leeds | 2 | 0 | 1 | 1 | 3:7 | 1 |
15 | Wolves | 1 | 0 | 0 | 1 | 0:1 | 0 |
16 | Southampton | 1 | 0 | 0 | 1 | 1:3 | 0 |
17 | Arsenal | 1 | 0 | 0 | 1 | 0:2 | 0 |
18 | Burnley | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:4 | 0 |
19 | Newcastle | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:6 | 0 |
20 | Norwich City | 2 | 0 | 0 | 2 | 0:8 | 0 |