Í fjør vann HB tvey steyp, og í ársins fyrsta dysti, sum steypavinnararnir í HB í kvøld spældu ímóti meistarunum í Víkingi, vann HB fyrsta steypið í 2025.
Úrslitið var 2-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.
Báðir málskjúttarnir eru nýggir á HB liðnum sammett við teir, sum vóru við til at manna liðið, sum í fjør vann stórsteypadystin og finaluna í kappingini um løgmanssteypið.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki sendi Dan í Soylu við beinleiðis hornasparki úr vinstru bóltin í málið. Tá var talan um ikki so sannførandi avrik hjá landsliðsmálverjanum Bárði á Reynatrøð, og tríggjar minuttir eftir steðgin var tað nýggi álopsspælarin Emil Grønn Pedersen, sum eftir framlegging í høgru og úr spískum sendi bóltin flatt í handara síðunetið.
Tá kendu víkingarnir seg ikki hava marginalirnar á sínari síðu, tí nøkur sekund frammanundan hildu teir seg vera snýttar fyri fríspark og kanska brotsspark, tá iði Poul Kallsberg á brotsteigarmarkinum fór um koll eftir skump í ryggin.
Víkingur skifti Inga Jonhardsson, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen inn. Tað bar við sær, at bólturin var meiri á HB hálvuni, men tað eydnaðist ongantíð víkingunum at spæla seg góðar málmøguleikar.
Sigurin er stórt herðaklapp til HB, sum tað hevur verið óvissa um. Liðið var í 3-5-2 útgávu, og verjuspælið var væl skipað og Mathias Voss væl upplagdur vongverji í høgru. Ejvind R. Mouritsen stóð seg væl sum ein av trimum miðverjum, og Heini F. Sørensen var eyðsýndur á miðvøllinum.
Víkingur – HB 0-2 (0-1)
Stórsteypadystur á Tórsvølli leygardagin 1. mars 2025
0-1: Dan í Soylu 25.
0-2: Emil Grønn Pedersen 48.
Dómari: Jákup Øssurson Mohr
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron J. Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Rani Hansen, Jákup Johansen
HB: Reinis Reinholds – Mathias Voss, Ejvind R. Mouritsen, Klavs Kramers, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heini F. Sørensen, Noah Mnenéy, Dan í Soylu – Leivur F. Guttesen, Emil Grønn Pedersen