KappróÐur
Jóanes Hansen
8?mannafør: Tað var spenningur um, hvussu nú fór at vera hjá kvívíkingum og klaksvíkingum. Í Fuglafirði høvdu kvívíkingar so at siga tikið fremsta plássið frá Nevinum Reyða.
Í Hvalvík vóru nógvir klaksvíkingar at síggja. Tað tóktist næstan sum um, at teir nú vildu fáa sigurin burturúr útferðini, sum teir ikki fingu fríggjakvøldið, tá KÍ var í Gøtu.
Og teir umborð á Nevinum Reyða lótu ongan iva vera um, hvør fór at vinna. Á fyrstu metrunum í startspurtinum tóku teir ein stóran skut frá hinum bátunum. Teir øktu spakuliga, onkra løtuna vóru teir leysir, men fyri tað mesta høvdu Kvívíkingur og Knørrur um róðrið og onkuntíð reiðiliga tað á Nevinum Reyða, og Argjabáturin var heldur ikki sørur.
Í Hvalvík ljóðaði tað, at klaksvíkingar á ein serstakan hátt høvdu sett hvønn annan upp at vinna á Kvívíkingi, og Martin Venned greiðir soleiðis frá:
? Á heimasíðuni hjá okkum er ein mynd, sum vísir, hvussu lítil munurin á varmakeldustevnu var frá Kvívíkingi og til okkara. Har er bara stavnurin ímillum. Vit høvdu printað myndina út og allir høvdu hana á rygginum, meðan vit róðu. Vit vóru samdir um, at vit skuldu gera alt, sum tað bar okkum til at gera, fyri at úrslitið í Fuglafirði ikki skuldi endurtaka seg, og tíbetur eydnaðist tað, sigur Martin Venned, sum er ein av veteranunum umborð á Nevinum Reyða.
Tá teir umborð á kvívíkingi takkaðu klaksvíkingum fyri róðurin, fingu teir eina mynd frá teimum umborð á Nevinum Reyða, sum vísti, hvussu tað sá út, tá Kvívíkingur vann í Fuglafirði.
Hví vunnu tit ikki í Fuglafirði?
? Fyrst og fremst komst tað av, at teir umborð á Kvívíkingi róðu stak væl. Sjálvandi hava vit eftirmett okkara avrik ta ferðina. Lotið var ímóti, og vit skuldu ikki havt róð so seigan ta ferðina. Ferðin á bátinum gjørdist ongantíð nóg góð. Hetta var ikki nakar trupulleiki í Hvalvík, tí har var lotið undan nokk so fitt, staðfestir Martin Venned.