Teir næstbestu skulu í eldin

Tríggir dystir í fyrsta umfari í næstbestu deildini eru á skránni seinnapartin í dag

Fyrsta umfar í 1. deild er á skránni hetta vikuskiftið. Tríggir dystir verða spældir í dag og tveir í morgin.

Í tveimum dystum er fyrsta bríksl klokkan 14:

Niðurflytararnir í B68 fáa við gamla málrevinum Súna Fríða Barbá sum venjara vitjan av næstbesta liðnum hjá KÍ, sum í fjør akkurát megnaði at halda seg í deildini.

Tey bæði liðini, sum í fjør fluttu upp og harvið vunnu sær sess í 1. deild, hittast á Sandi, har B71 eigur heimavøll ímóti MB.

Triði dysturin í dag er á Skála, har niðurflytararnir klokkan 16.00 fáa vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.

Seint seinnapartin í morgin eru tveir dystir: 07Vestur-B36 og AB-NSÍ.

 

Í dag:

B68-KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 14.00

B71-MB: Johan Petur Michelsen kl. 14.00

Skála-Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 16.00

Í morgin:

07Vestur-B36: Vinjard Dam kl. 16.00

AB-NSÍ: Hallur Christiansen kl. 16.30