Seinnapartin í dag verður farið undir landskappingina í næstbestu deildini í fótbólti. Av teimum tíggju liðunum í 1. deild eru tað fýra, sum hava møguleika at vinna uppflyting. Tey eru 07 Vestur, FC Hoyvík, KÍ og TB. Hini feløgini ? AB, B68, EB/Streymur, HB, NSÍ og Víkingur ? eru umboðað í fremstu røð. Uppflyting hjá einum av hesum kemur bara upp á tal, um besta liðið endar á niðurflytingarplássi í bestu deildini.
Tvey av feløgunum, sum spæla fyri uppflyting, hittast í fyrsta umfari. FC Hoyvík fer seint seinnapartin til Klaksvíkar, har besta KÍ liðið fyri fyrstu ferð nakrantíð skal spæla í næstbestu deildini.
Verjuspælarin Sørmund Kalsø varð rikin av vølli, tá ið KÍ spældi steypadyst á Argjum. Tí er hann leikbannaður ídag.
07 Vestur fær vitjan av teimum næstbestu í NSÍ. Tá ið 07 Vestur spældi steypadyst á Toftum, varð Eli Falkvard Nielsen rikin av vølli. Tískil er hann leikbannaður ídag.
TB fær vitjan av AB. Tá ið TB spældi steypadyst í Gundadali ímóti FC Hoyvík, vóru pappírini hjá miðvallaranum Joseph Bassene ikki komin upp á pláss. Tað eru tey nú, og tí verður senegalesarin á TB miðvøllinum ímóti AB.
1. deild
1. umfar ? leygardagin 3. apríl
HB-EB/Streymur: Rói Jacobsen kl. 15.00
TB-AB: Lars Müller kl. 15.00
KÍ-FC Hoyvík: Petur Reinert kl. 17.00
07 Vestur-NSÍ: Bent Tommy Linklett kl. 17.00
Víkingur-B68: Johan P. Michelsen kl. 15.00