Teir næstbestu spæla í dag

Fyrsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er í vikuskiftinum. Fýra dystir verða spældir seinnapartin í dag, og ein er á skránni seinnapartin í morgin.

Eysturoyingar eru rættuliga áhugaðir í fótbólti, og teir eiga helmingin av feløgunum í bestu deildini, um EB/Streymur eisini verður roknað at hoyra til Eysturoy.

Í næstbestu deildini er Eysturoy eisini væl við. væl við í fótbóltskappingini. Tað sæst eisini aftur í, at helmingurin av feløgunum í hesi deildini er úr Eysturoy, um EB/Streymur verður roknað at hoyra til Eysturoy.

Merkisvert er tað, at allir dystirnir í fyrsta umfari í næstbestu deildini verða spældir í Eysturoy ella á heimavøllinum hjá EB/Streymi, sum jú er í Streymnesi í Norðstreymi.

Skráin í fyrsta umfari er henda:

 

Í dag

EB/Streymur-HB: Rói Jacobsen kl. 15.30

NSÍ-AB: Páll Augustinussen kl. 1500

Víkingur-KÍ: Bárður Mortensen kl. 15.30

Skála-B71: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

 

Sunnudagin

B68-07 Vestur: Jóhann í Króki kl. 15.00