Av teimum trimum fremstu bólkunum til Prix Føroyar tónleikakappingina fyri tveimum árum síðani, er tað bara ein bólkur, sum bjóðar seg fram aftur á Prixnum hesaferð, og tað er Déjà Vu.
Vinnararnir í Gestum og teir triðfremstu í Makrel halda seg ikki fram at hesaferð, men Déjà Vu tekur eitt tørn afturat.
? Vit ætlaðu okkum ikki at vera við í ár, men tá ið freistin at tekna seg nærkast, høvdu vit fingið hugin aftur. Vit hava nógvar nýggjar sangir, sum vit hava hug at royna okkum við hesaferð, sigur Líggjas Olsen, sum er annar av sangarunum í bólkinum.
? Tónleikurin hjá okkum er kanska eitt sindur øðrvísi hesaferð, men tað er ikki nøkur drastisk broyting, heldur ein nátúrligur útviklingur.
Lokkandi vinningar
Manningin í Déjà Vu er mest sum tann sama, sum hon var seinast. Kjarnin í bólkinum hevur altíð verið teir fýra Líggjas Olsen, Flóvin Viderø, Rúni Højgaard og Rógvi Rasmussen, men seinast høvdu teir eisini gittarspælara Róa Christiansen við. Hann verður ikki við hesaferð, men hinvegin fer Jóan Petur Andreasen at spæla Hammond í bólkinum.
? Nógv meta okkum sum favorittar til at vinna fyrsta umfarið, men soleiðis royna vit ikki at hugsa, sigur Líggjas Olsen beskeðin.
Hann fjalir tó ikki yvir, at teir mongu og spennandi vinningarnir, sum tað ber til at vinna í kappingini, eru ein gularót.
? Vinningarnir eru sera attraktivir, so tað er eisini ein orsøk til, at vit hava teknað til aftur, sigur Líggjas Olsen.
Sangarin í Déjà Vu heldur, at kappingin í ár fer at verða jøvn og spennandi.
? Eg haldi, at næstan allir ? ikki allir ? bólkarnir hava ein møguleika í kappingini. Tað eru eisini meira royndir tónleikarar við hesaferð, og tað haldi eg er fínasta slag. Tað verður spennandi at hoyra, hvat eitt nú Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe hava at bjóða, sigur Líggjas Olsen.
Fløga er á veg
Déjà Vu hevur í longri tíð arbeitt við at gera ein nýggja fløgu. Tær flestu innspælingarnar eru gjørdar, og í næstum verður tónleikurin sendur til Danmarkar, har hann skal ljóðblandast.
Teir í Déjà Vu rokna við, at fløgan kann koma út í mars ella apríl mánaði.
Ein av treytunum við at taka lut í Prix Føroyum er, at meginparturin av tónleikinum, sum verður spældur, er ikki komin út áður. Men hóast Déjà Vu skuldi komið langt í kappingini, og fløgan kemur út áðrenn kappingin er liðug, so verður tað eingin trupulleiki. Déjà Vu spælir nevniliga aðrar sangir enn teir, sum eru á fløguni, til Prixið hesaferð.