Teir næstbestu eru í góðari útgávu

Annað umfar í næstbestu deildini verður seinnapartin

Landsliðið er farið av landinum í morgun. Tí vóru dystirnir í bestu deildini hetta vikuskiftið spældir í gjár.

Í dag verður spælt í næstbestu deildini. Av tí at teir næstbestu hesa ferð spæla, eftir at teir bestu hava verið í eldinum, kann roknast við, at liðini hjá teimum, sum bæði hava lið í bestu og næstbestu deildini, vera væl fyri ídag. Teir eykamenninir, sum ikki vórðu skiftir inn ígjár, fara at spæla dystin á tamb ídag.

 

Tvey av liðunum, sum kappast um at flyta upp, hittast á Sandi. B71 fær vitjan av ÍF.

Í fyrsta umfari vunnu bæði liðini á útivølli: B71 vann 1-0 á Giza Hoyvík, og ÍF vann 5-1 á Víkingi.

B71 og ÍF kappast við Giza Hoyvík og B68 um at vinna rættin til næsta ár at spæla í fremstu røð.

B68 verður á útivølli partur av oyggjauppgerð ímóti Víkingi, og Giza Hoyvík er á veg til Runavíkar.

Næstbesta liðið hjá Suðringum eigur heimavøll á Vágseiði. Í dag fáa Suðringar vitjan av skálamonnum.

 

Víkingur – B68: Rúni Olsen kl. 15.00

NSÍ – Giza Hoyvík: Johan Petur Michelsen kl. 13.00

HB – KÍ: Rani Skaalum kl. 15.00

B71 – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 14.00

Suðringar – Skála: Bjarki Danielsen kl. 15.15