Prix Føroyar er saman við Listastevnu Føroya eitt tað størsta mentanarliga átakið skipað verður fyri her á landi. Fjølmiðlarnir gera, sum vera man, nógv burturúr, og ljós verður kastað á allar bólkarnar, sum sleppa til orðanna, bæði í útvarpi, sjónvarpi og bløðunum.
Útvarpið sendir fyri fyrstu ferð beinleiðis frá øllum innleiðandi umførunum. Sjónvarpið ger sendingar mikukvøld frá umfarinum, sum hevur verið leygarkvøldið fyri, og harafturat fylgja bløðini eisini væl við í kappingini. Luttakandi bólkarnir sleppa eisini beinleiðis inn í útvarpsstovuna, sum er sett upp í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, at tosa beinleiðis út til allar lurtararnar.
Stóra showið verður sjálvsagt, tá ið finalan verður send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi tann 26. apríl.
Umframt at fáa nógva fjølmiðlaumrøðu, er hetta eisini ein háttur at hjálpa teimum ungu og framkomandi bólkunum at koma fram í ljósið. Bólkar, sum ikki hava havt møguleika at framføra sín tónleik alment fyrr, sleppa nú framat, undir somu umstøðum og á jøvnum føti við allar hinar bólkarnar. Bæði tón-leikarliga og í fjølmiðlunum.
Prixið er uttan iva ein avbjóðing, sum eggjar tónleikarunum heima á klettunum at halda fram við tí, teir gera. Ein motivering. Nakað at arbeiða fram ímóti.
Umstøðurnar hjá smærru bólkunum við ungum tónleikarum eru vánaligar. Torført er hjá teimum at sleppa framat og á pall at framføra, men Prixið er jú eitt upplagt høvið. Teir sleppa á pallin við sínum tónleiki ? tónleikinum, teir arbeiða við.
Eitt gott dømi uppá, at hetta er ein møguleiki hjá ungum bólkum at fáa eitt pláss í sólini er, at í næstseinastu Prix Føroyar kapping spældi Flux seg til eitt pláss í finaluni. Flux var tá ein ókendur bólkur, og hetta var so at siga fyrsta ferðin nakað var at hoyra til teir ungu eysturoyingarnar. Og í Prix Føroyum 2001 spældi Flux seg aftur til eitt pláss í finaluni, og vórðu teir tá roknaðir sum ein av teimum stóru bólkunum. So ein kann siga, at lítið skal til hóast alt.
Og sjálvt um allir teir nýggju og ungu tónleika-bólkarnir ikki sleppa víðari, so er hetta ein háttur at vísa á teirra tónleik uppá. Við hjálp frá fjølmiðlum og fyrireikarum, sleppa teir bólkarnir, ið vilja gera nakað við tað, at fáa teirra »fifteen minutes of fame«. Hesuferð á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.