Nú kom so stjørnuskotið úr flokkinum og gav mær ábreiðslur fyri at brúka meg ímóti embætisfólki, jú eg átti at tikið við læru, men fari ikki at gera tað.
Men fari heldur at sita árvakin, klárur at møta hvørjum sniðálopi frá teimum, sum so gjarna vilja jarðleggja okkara vakru Sandoy og ikki minst prýðismerki Sandoyar, Skúoyar og Dímunar. Tí tað er nokk av teimum, sum eru klárir at loypa í tann skansan, har fjøldin stillar upp.
Annars havi eg verið við til hesi fýra árini at atkvøtt stórmál ígjøgnum, sum eru øllum Føroya landi at frama, so eg havi ikki ringa sannvitsku, um eg kempi fyri Sandoyar tunnilinum.
Góði floksfelagi, hví útseta Sandoyartunnilin í 2 ár. Um anleggslógin ikki verður samtykt nú, so kemur hon ikki.
Dugur tú John ikki at síggja, hvussu meiningsleys orðini hjá Magna Laksafoss eru, hann meinar bara Sandoyartunnilin sum nakað, sum fer at upphita okkara búskap, hví fer Magni Laksafoss ikki ein túr inn í okkara høvuðsstað, Tórshavn, at finna okkurt, sum upphitar, ella runt Føroyar. Men Magni Laksafoss fór har sum hann helt garðurin var lægstur.
Sær tú ikki tað John Johannesen? Okkara oyggj er avskorin frá so nógvum, um vit taka flakavinnuna, so hava teir ómetaligar forðingar við flutningi bæði til og frá. Handverakarar, sum skulu kappast ímóti miðstaðarøkinum hava ongan møguleika, øll arbeiðsfólkini í Sandoynni, sum eru við at arbeiða á miðstaðarøkinum og eru limir hjá arbeiðsmannafelagnum og -kvinnufelagnum, muga vera heimanífrá í einar 10 til 11 tímar. Hetta eru fólk sum eiga børn, er tað halbart John Johannesen ella Magni Laksafoss?
Eru til klárir yvir, hvat tað er, sum tit royna at fáa okkara høga ting at gera?
So eg fari at royna at rópa neyðarróp á tingfólk um at hjálpa okkum fáu í Sandoyarsýslu tó álíkavæl um 1300 fólk og ikki sum journalisturin royndi í dag at venda tí til, meðan hon tosaði við talsmannin fyri øll valfeløgini í Sandoynni.
Hon fekk tað at ljóða, í middagssendingini, sum um bleiv Sandoyartunnilin gjørdur, so beindi vit fyri Føroya landi.
Sjalvt smábørnini tosa um tunnilin og um tey, sum eru ímóti. Ein smádrongur steðgaði meðan eg royndi at fáa ullina av einum seyði.
- Hin maðurin sum var hinaferð í Skopun
Smádrongurin hevði sett nøsina inn í Samljóð, har tingmanning floksins hevði fund. Drongurin helt á at tosa og segði:
- Tú Gerhard, hin maðurin sum skrivar ímóti tær, hann hevði orðið, eg minnist hvat stóð ovast, flokkurin møtir fólkinum.
Eg líkasum fekk sagt, jú jú tað var John Johannesen.
- Jamen, helt drongurin áfram, eg helt hann verða fittan og vildi hjálpa okkum so vit kunnu sleppa til Havnar til ítrótt av øllum slag.
Jú, eg fekk líkasum orðið aftur, hann er nokk fittur. Drongurin helt áfram at tosa, meðan eg royndi at fáa mítt arbeiði liðugt, tí henda langa hálsutta ærin hevði eisini hug at ótolnast.
- Jú abbi mín sigur, at John Johannesen og Magni Laksafoss hava erklerað kríggj ímóti Skopun og sandoyingum, tí Magni vil heldur ikki, at pápi fær sjómannsfrádrátt, hann tjenar næstan einki við hasum bátinum. Jú, helt hann, at teir vóru farligir, tí annar hevði kovboyklæðir so teir kundu verða farligir.
Eg fekk orðið aftur, meðan hin minni stakk hondina í buksulumman og kom uppaftur við tveimum bommum sum sóðu so sum so út, eg fekk boðið annað, eg tók av meðan ærin fekk einki.
Nú fekk eg orðið aftur og bar eg í bøtuflakka fyri hesum unga politikkaranum. Nei góðin, hasir eru ungir og sjálvsagt vilja verða valdir á ting, og royna teir at tekkjast sínum veljarum, og helt eg áfram, teir munnu ikki fara at svíkja, tá ástendur.
Jú, soleiðis segði smádrongurin sum, um heilsan verður, einaferð skal seta krossin.
Eg fari at enda og ynskja føroyingum góða ólavsøku.
Enda við einum ørindi úr yrkingasavninum hjá H. J. Glerfoss
Standi stinnir synir sterku
háðið hatska hevndarbál
brátt vil búgvið sigursmerki
veitra hátt við vunnu mál