Teir máttu sparka Toda niður

Fótbóltur: Todi Jónsson var blandaður uppí avgerandi løturnar, tá FCK vann Europa-Cup dystin móti Ararat Jerevan

Tað var ongantíð ein spurningur, um FCK fór at vinna á Ararat Jerevan hóskvøldið, men heldur var tað ein

spurningur, hvussu nógv keypmannahavnar liðið fór at vinna.

Úrslitið var 3-0, og hóast tað ikki var nóg gott, tá hugsað verður um allar møguleikarnar, sum heimaliðið

hevði at gera væl fleiri mál, so verður mett, at málmunurin er so mikið stórur, at tað fer ikki at bera til hjá

armenska liðnum at vinna hann innaftur, tá liðini um tvær vikur fara at hittast í Jerevan.

Todi Jónsson var blandaður upp í, har tað gekk fyri seg nógv mestu tíðina. Hann skoraði fyrsta málið, tá

sekstan minuttir vóru farnir. Tað er ikki á hvørjum degi, at Todi ger mál við høvdinum, men tað gjørdi

hann hesa ferð. Mótstøðuverjan var ein katastrofa í luftspælinum, og tað eydnaðist væl hjá Toda, sum eisini

vann aðrar luftbóltar, at stúta hornasparksinnlegg í kassan.

Tíðliga í 2. hálvleiki fekk Todi avgerandi fríspark. Hann var á veg ímóti málinum, tá hann var tikin hálvan

metur uttanfyri brotsteigarmarkið, verjuspælarin fekk ostaskorpuna, og Lars Højer drønaði frísparksbóltin

upp í nettakið.

FCK hevði nógvar møguleikar at økja um leiðsluna, men tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at verjuspælarin

Diego Tur gjørdi tað. Todi Jónsson hevði onkrar hálvar ella fjórðingsmøguleikar, og eina ferð kom hann

einsamallur ímóti málverjanum, sum bjargaði til hornaspark.


Ikki rætt spældur

Í sjónvarpinum var tað týðuligt, at alt ov ofta skipaði FCK sítt álopsspæl soleiðis, at tað var torført at fáa

nyttu burturúr tí, sum er styrkin hjá Toda, nevnliga at fáa bóltin úti á vøllinum og síðani seta ferð á ímóti

verjuni og málinum.

Ofta gekk álopsspælið ov seint, og tað hevði við sær, at uppaftur fleiri mótstøðuspælarar komu afturum.

Og tað gjørdi tað ikki betri, at spælistílurin hjá Jerevan líktist tí hjá Kekkia, tá teir vóru á Svangaskarði, á

tann hátt, at teir høvdu alla tíðina nógv fólk afturi. Hetta gjørdi, at tá Todi royndi at sneiða ein og fleiri av

sær, so rendi hann seg fastan.


Betri á útivølli

Trý mála leiðslan má metast at vera so mikið trygg, at eingir trupulleikar áttu at verið hjá FCK at komið

víðari í kappingini. Á heimavølli noyðist Jerevan at leypa á, og tað fer at hava við sær, at Todi Jónsson fer

at fáa betri møguleikar at vísa sítt hegni til snarálopsspæl, enn hann fekk møguleika at vísa hóskvøldið.

FCK hevur annars gjørt av at klaga til UEFA um atburðin hjá Jerevan. Eitt er, at teir ikki komu til

Keypmannahavnar fyrrenn klokkan ellivu mikukvøldið. Eitt annað er, at teir høvdu ikki goldið fyri

gistingarhúsið, tá teir fóru avstað aftur fyrrakvøldið, og at teir heldur ikki sóu seg førar fyri at leggja

pengarnar á borðið, tá teir ótu seg mettar á matstovuni Rio Bravo, sum er mitt í býnum.

Um UEFA heldur, at fátækramenninir hava borið seg órímuligt og skeivt at, so hevur UEFA møguleika at

draga pengarnar frá tí upphæddini, sum teir eiga at rinda feløgunum, ið taka lut í europeisku kappingunum.