Jóhan Petur á Stongum og Ólavur Jensen spældu í dag dyst móti Minorca í strandflogbólti. Teir báðir sørvingarnir, ið hava drúgvar royndir frá flogbólti, vóru leingi á odda í fyrsta settið, har teir eitt skifti vóru á odda heili 19-14. Teir taptu tó fyrsta settið 23-21, og taptu samanlagt dystin 2-0.
Jóhan Petur á Stongum greiddi frá eftir dystin, at hann helt at mótstøðuleikararnir úr Minorca, kláraðu at lesa teir føroysku leikararnar av undir dystinum.
Hoyr samrøðuna við Jóhan Petur á Stongum við at trýsta á pílin undir myndini.