Teir liberalu ein frammaná

Í gjár var lokalval í Bretlandi, og fyribilstølini vísa, at teir liberalu demokratarnir hava fingið ein frammaná.

Eftir teimum tølunum, sum eru komin, hevur arbeiðaraflokkurin fingið 295 sessir afturat, konservativi flokkurin hevur fingið tveir sessir afturat, og liberaldemokratarnir hava mist 236 av sínum umboðum.

Arbeiðaraflokkurin hevur havt stóra framgongd har norðuri í Onglandi. Liberaldemokratarnir hava mist ræðið í býunum Hull og Stockport, og teir hava mist nógvar atklvøður i Liverpool, Manchester og Sheffield, skrivar Reuters.

Sambært BBC er landsúrslitið, at arbeiðaraflokkurin fær 37 prosent, konservativi flokkurin 35 og liberaldemokratarnir 15 prosent. Heldur hetta, at úrslitið hjá liberaldemokratunum tað ringasta síðani 1988.

Tað endaliga úrslitið kemur í kvøld.