Teir lærdu eina rúgvu

Greiða niðurstøðan hjá Jan Ottesen, venjara, og Agnari Joensen er, at kollfirðingarnir lærdu eina rúgvu leygardagin. – Tað verður betri næstuferð, siga báðir

Tað eru stórar broytingar í umbúna í Kollafirði.
Meðan Neistin var í finaluni triðja árið upp í slag, var tað fyri fyrstu ferð í 25 ár, at KÍF spældi steypafinalu. Besta myndin av, at KÍF hevur ikki somu steyparoyndir sum Neistin, er ættartalvan hjá fýra av verandi spælarunum á liðnum. Ási Dam, Emil Dam, Pætur Johannesen og Rúni Joensen, sum vóru á liðnum leygardagin, eru synir Jákup Dam, Kristian Martin Dam, Hannis Johannesen og Ragnar Joensen, sum vóru í 1986, tá KÍF tapti fyri Kyndil. Úrslitið var tá 23-24.
Jan Ottesen er maðurin á brúnni. Hann hevur virknan leiklut í, at kollfirðingar aftur stevna móti tindinum. Hann hevur verið dukandi hjartað í stóra framburðinum. Kollfirðingar høvdu mest sum grógvið seg fastar í botninum, tá Jan Ottesen fekk sum uppgávu at varðveita vónina í teimum, sum í roynd og veru áttu at vera vónleys. Kollfirðingarnir, sum mannaðu hansara lið, skuldu ikki stíga út í sólina og reypa av brøgdunum hjá fyrrverandi ættarliðunum. Í fjør var KÍF nummar trý í røðini í landskappingini. Nærlagdur og skilagóður hevur hann skilt menniskjasliga partin av venjarayrkinum, og eins og myndahøggari evnar standmynd til við at snýsa marmor burtur av marmorstabba, hevur hann fingið tað besta burtur úr sínum spælaratilfeingi.
Jan Ottesen dregur fram, hvat teir kunnu læra av royndunum.
- At spæla eina steypafinalu er ikki sum at spæla ein vanligan landskappingardyst. Tað ræður um at hava nógvar royndir at vinna avgerandi dystir, har gullheiðursmerkini og heiður standa upp á spæl. Eg eri sjálvsagt vónbrotin av tapinum, men vit hava lært eina rúgvu. Vit endaðu omaná í tøttu dystunum móti StÍF í hálvfinaluni, og vit hava fingið nógvar royndir av at spæla steypafinaluna. Eg eri vónbrotin í dag, men sum heild eri eg errin, og hýrurin er góður, sigur Jan Ottesen.
1.
Teir vóru kul
Agnar Joensen skifti úr VÍF til KÍF í fjør. Sum tann einasti í hópinum hjá kollfirðingum hesaferð, hevur hann spælt steypafinalur áður. Tað var við VÍF.
Hann heldur, at tað er merktist serliga væl undan dystinum, at ungu kollfirðingar høvdu ikki roynt slíkar dystir áðrenn. Summir tóktist nervøsir, tí tað er trupult at handfara stóra trýstið og umrøðuna, sum er ein óloysiligur partur av steypafinalum.
Á vøllinum vóru hinvegin eingin fyrilit tikin fyri tí, heldur Agnar Joensen.
- Allir vóru púra kul og spældu sum vanligt. Tað er sera umráðandi at fáa slíkar royndir, tí fleiri tættir og avgerandi dystir bíða eftir okkum. Fleiri royndur hetta fyri fyrstu ferð nakrantíð í dag, og tað verður betri fyri hvørjaferð, sigur Agnar Joensen.

Helst somu lið
Tað er nógv sum bendir á, at Neistin skal spæla móti KÍF í finalunum um føroyameistaraheitið. Neistin hevur longu tryggjað sær sæti, og kollfirðingar hava beina kós í finaluna.
Heini Hanusarson úr Neistanum heldur ikki, at tað er stórvegis fyrimunir fyri teir í finalunum um føroyameistaraheitið at hava spælt steypafinaluna móti júst KÍF.
- Finalurnar um FM er tveir, kanska tríggir dystir. Útgangsstøði til teir dystirnar er ikki tað sama. Eg veit ikki reiðiliga at siga, hvussu umráðandi tað er at spæla móti kollfirðingum í steypafinaluni fyri finalurnar um føroyameistaraheitið, tí støðan er ikki tann sama, vísir Heini Hanusarson á.
Finnur Hansson tekur undir við liðfelaganum.
- Tað haldi eg ikki, vit kunnu brúka til nakað. Tað eru fleiri dystir eftir, og nógv kann henda. Júst nú sær tað heldur ikki gott út hjá KÍF, sigur Finnur Hansson og sipar til, at kollfirðingar hava ikki vunnið í seinatu trimum royndunum.
Andrias Nielsen, sum var millum teir mest eyðsýndu hjá KÍF, sigur, at kollfirðingar lærdu eina rúgvu um vikuskiftið.
- Hetta er tann fyrsta av nógvum finalum, lovar hann.