Kriminalpolitiið hevur nu staðfest orsøkina til, at eldur fríggjadagin kom í snikkaravirkið inni í gamla timburhandlinum inni á Fjørð í Vestmanna.
Undir loftinum á virkinum hekk ein hitablásari, ein kaloriefer, og motorurin gav heita luft frá sær.
Hiti hevur verið í leigunum, hevur sett eld í spønir, og eldurin hevur haðani breitt seg niður á gólvið.
Hetta kundi havt enda galið, um ikki tveir menn á einum virki beint við, fóru beinanvegin á staðið, tømdu tveir eldsløkkjarar móti eldinum og lótu síðan hurðina aftur.
Upp á tann mátan kvaldu teir eldin, og tað eiga teir rós fyri, sigur kriminalpolitiið.
Høvdu teir ikki gjørt hetta, kundi skaðin verið nógv størri, tí inni á virkinum var nógv timbur, sønir og annað.
Lítil løtu einni kom sløkkiliðið, og eldurin varð beinanvegin sløktur.
Politiið fekk brunatekniska hjálp úr Danmark til at kanna orsøkina til eldin.