Teir konservativu taka seg inn á Blair

Ein nýggj veljarakanning í Bretlandi vísir, at tann konservativi andstøðu-flokkurin er bara fýra prosent aftan fyri arbeiðaraflokkin hjá Tony Blair, forsætisráðharra

Nýggja veljarakanningin er alt annað enn hugaligur lesnaður hjá forsætisráðharranum, sum seinastu árini bara hevur sæð kanningar, sum vístu, at Labour lá langt framman fyri teir konservativu.
Tí nú er vend komin í. Kanningin hjá The Times avdúkar, at teir konservativu hava megnað at toga seg upp ímóti arbeiðaraflokkinum, og at teir við undirtøku frá 33 prosentum av veljarunum eru bara fýra prosent aftan fyri stjórnarflokkin.
Serliga hugvekjandi man tað vera hjá Blair at lesa, at tað eru fyrst og fremst kvinnurnar og tey meðalløntu, sum hava vent honum bakið, tí tað vóru júst hesi, sum tryggjaðu honum tann fyrra valsigurin í 1997.
Eygleiðarar í London siga, at tær hvøssu atfinningarnar at avgerð forsætisráðharrans at fara í kríggj við Irak eru ein høvuðsorsøk til afturgongdina hjá arbeiðaraflokkinum, og tað kemur Blair serliga illa við, at hvørki Bretland ella USA hava kunnað prógva, at Irak hevði tey hópoyðingarvápnini, sum vóru tann almenna orsøkin til kríggið. Sjálvur hevur Blair alla tíðina hildið uppá, at Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn, men veljarakanningin hjá The Times vísir, at veljararnir krevja prógv á borðið, áðrenn teir trúgva honum.
Nógvir tinglimir hjá Labour vilja eisini hava prógv um, at Irak hevði hópoyðingarvápn.
Í einari hoyring í Undirhúsinum týsdagin ávaraði Tony Blair sínar atfinn-ingarsomu floksfelagar og segði, at teir kunnu med-virka til, at Bretland aftur fær eina konservativa stjórn.