Fótbóltur
Tað plagar at vera hips um haps, tá ið B68 hevur vitjan av KÍ. Síðani toftamenn trinu fínasta føroyska fótbóltspallin í 1981, hava teir reyðu og bláu dystast 27 ferðir í landskappingardystum á Svangaskarði. Toftamenn hava vunnið tíggju ferðir, klaksvíkingar hava vunnið níggju ferðir, og javnleikurin í gjár var tann áttandi. Hetta var fjórða ferðin, at liðini eru farin av vøllinum við 1-1 úrsliti.
Bæði liðini hava í stríðnum fyri at sleppa burtur úr botnstríðnum brúk fyri stigum, og báðir partar høvdu hesa ferð møguleikar at avgera.
- Vit áttu at avgjørt í 1. hálvleiki, tá ið vit høvdu gott tak á tí. Kenslan var góð í steðginum, tí avrikið hevði verið á góðari leið, og vit vóru vísir í, at málini fóru at koma, um vit hildu fram, sum vit høvdu gjørt, segði KÍ venjarin Eyðun Klakstein eftir lokið stríð.
Rodrigo, sum var fremsti KÍ maðurin og væl upplagdur fyrsta tíman, var púra leysur miðskeiðis í 1. hálvleiki, men Vlada Filipovic vardi væl fyri, og tá ið Rodrigo hevði sneitt seg til baklinjuna í vinstru og legði út frá baklinjuni, sendi Harley Bertholdsen úr góðari støðu bóltin upp um málið.
Eisini eftir steðgin var viljin góður hjá báðum pørtum, men alt ov ofta vóru sendingarnar óneyvar, og tað bar við sær, at spentar støður stóðust av, tá ið bólturin varð mistur í roynd at mynda álop.
B68 kendist grammari, og ikki minst Ndende og Badara vóru sjónskir á miðvøllinum. Men tað var KÍ, sum legði seg á odda, og aftur hesa ferð skoraðu klaksvíkingar eftir deyðbóltsstøðu. Símun Joensen sendi fríspark úr vinstru og í brotsteigin, Rodrigo var hægstur og stýrdi við høvdinum bóltin eitt sindur til vinstru, har Heðin á Lakjuni var fremstur og sendi bóltin í málið.
Men KÍ megnaði ikki at varðveita leiðsluna. Eftir B68 álop var roydin at skjóta burtur stórkiksað. Badara fekk bóltin í høgru, Keita snittaði innleggið víðari til handara stólpan, har 16 ára gamli og evnaríki Jóan Símun Edmundsson, sum var byrjaður á miðvøllinum í høgru og seinni var í álopinum, við høvdinum og umvegis tvørtræið stýrdi bóltin í málið.
So var javnt, og síðstu løtuna tevjaði heimaliðið møguleikan at vinna:
- Vit høvdu fleiri møguleikar at skjóta sigursmálið, men tíverri tóku vit ikki av, staðfesti B68 venjarin, Bill Jacobsen, sum tá ið hann sá aftur á avrikið, helt, at eitt stig í part alt í alt mundi vera á góðari leið.
Møguleikarnir, sum B68 venjarin sipaði til, vóru, tá ið fyrst Badara og síðani Keita og Jóan Símun Edmundsson vóru púra leysir í KÍ brotsteiginum. Men Jákup Mikkelsen var stinnur í málinum, og skotroyndirnar hjá heimamonnunum vóru ikki altíð so neyvar. Og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, bjargaði verjuspælari á strikuni, tá ið Keita hevði roynt seg við stútara.