Teir kalla meg Blade

Ákærin vildi vita, um ákærdi maðurin visti, hvussu stóran skaða knívstunga kundi gera.

Ákærin vildi vita, um ákærdi maðurin visti, hvussu stóran skaða knívstunga kundi gera.

 

Hann spurdi eisini, um ákærdi skilti, hvønn skaða eitt kvælaratak kundi føra til.

 

Linda Hesselberg, ákæri, fór síðani eftir teimum telduspølum, sum vóru funnin inni á telduni hjá ákærda.

 

Hon vildi vita, hvat figurarnir í spølunum gjørdu, og hvat teir nýttu sum slagvápn. Ákærin gjøgnumgekk øll hesi spølini og vildi hava at vita, hvat tey gingu út upp á.

 

At enda kom ákærin so inn á eini sms-boð, sum ákærdi hevði móttikið á sínari fartelefon, meðan hann hevði verið í varðhaldi, har ákærdi bleiv kallaður »Blade«. Hetta vísandi til knívsblað.

 

Sjálvur nýtti ákærdi sama eyknevni, tá hann svaraði hesum sms-boðum aftur.

 

Ákærin spurdi, um ákærdi var stoltur av at verða kallaður Blade, men tað segði hann seg ikki vera í serligan mun.