Teir í B36 eru ørkymlaðir

Í árstalsfelagnum halda teir, at úrtøkan ov ofta er ov lítil, tá ið nógvu møguleikarnir verða havdir í huga

Á ólavsøku gekk tað leingi væl hjá TB ímóti B36, sum síðstu lítlu løtuna skoraði tvey mál aftrat og vann 3-0

B36 er í Suðuroy. Ørindini eru at spæla landskappingardyst við Stórá í Trongisvági, har fyrsta bríksl verður klokkan 16. 28. apríl var B36 í Trongisvági, og tá fóru gestirnir til hús við 4-0 sigri.

 

Hjá TB er støðan soleiðis, at tað bara kann ganga betur, enn tað higartil hevur gjørt. Tvey stig í 16 dystum er søguliga soltin úrtøka. Tá ið TB var á ólavsøku, endaði tað við 3-0 B36 sigri. Men TB var leingi heilt væl við, og tað var fleiri ferðir um reppið, at TB javnaði til 1-1, áðrenn B36 fram ímóti dystarenda skoraði tvey mál.

 

Hjá TB er Einar Thorsteinsson vøddaskaddur, og Aron Sørensen er leikbannaður.

 

B36 venjarin Dan Brimsvík helt eftir 1-1 ímóti NSÍ í Gundadali sunnudagin, at hetta var sum jólaaftan, tí B36 beinanvegin gav gávu til Klæmint A. Olsen, sum málrevurin takkaði fyri.

 

B36 er illa spert í kappingini um europeisku plássini. Trupulleikin er, at tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti kappingarneytunum,m. a. tí tað gongur so illa at vinna mál úr góðum møguleikum. Higartil hevur B36 ikki vunnið ímóti teimum fýra fremstu. Úrtøkan er fýra javnleikir og trý tap og ein útsettur dystur ímóti HB – verður spældur 2. oktober.

 

Leikliga yvirvágin var stór ímóti NSÍ, og vónbrotið var stórt eftir síðsta bríksl:

 

-Hetta kennist vera øgiliga frustrerandi, tí vit vóru greitt omaná, segði venjarin.

 

Í løtuni eru tit ikki á Europaplássi?

 

-Soleiðis hugsa vit ikki. Vit hava fokus á næsta dysti, sum er á útivølli ímóti TB, var viðmerkingin hjá B36 venjaranum eftir javnleikin í Gundadali.

 

Magnus Holm Jacobsen er tøkur aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um miðverjin Bjarni Petersen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í fótinum. Martin Agnarsson hevur brotið hondina, Símun Rógvi Hansen er skaddur í knænum og Eli F. Nielsen hevur slitið krossbandið

 

Á ólavsøku gekk tað leingi væl hjá TB ímóti B36, sum síðstu lítlu løtuna skoraði tvey mál aftrat og vann 3-0