Sámal Erik Hentze, venjari hjá B36, var ikki væl nøgdur eftir 1-2-tapið ímóti Linfield á Tórsvølli í kvøld. Serliga er tað avrikið í fyrra hálvleiki, sum hann er misnøgdur við.
- Taktikkurin var at fara út at tora at spæla dystin og at tora at spæla okkara egna spæl. Tað riggaði als ikki í fyrra hálvleiki. Vit vóru ov spentir og høvdu ikki tol. Vit fóru at gúppa og slíkt, sum vit ikki plaga at gera, og vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera, sigur hann og tó hómar glottar eftir hálvleikssteðgin.
- Vit fáa rættað upp á tingini í seinna hálvleiki og spæla ein heilt okey seinna hálvleik. Vit mugu spæla fyrra hálvleik í seinna dystinum sum vit spældu seinna hálvleik í dag, sigur hann.
Seinast hesi bæði liðini hittust fyri tveimum arum síðani endaðu báðir dystirnir við 0-0-javnleiki. Dysturin í kvøld var eisini javnur, og Sámal Erik heldur ikki, at teir høvdu uppiborið at tapa dystin í kvøld.
- Eg haldi ikki, at teir høvdu uppiborið at vunnið hendan dystin. Um tað skuldi verið ein vinnari, so haldi eg, at vit høvdu betur uppiborið tað, metir hann.
Týskvøldið í næstu viku verður returdystur í Belfast. Vit spurdu, hvat vit kunnu vænta okkum av B36 hendan dystin.
- Vit fara at spæla fótbólt, sum vit sóu í seinna hálvleiki í dag. Vit mugu hava tol og spæla fótbólt. Um vit spæla okkum fram til møguleikarnar, so skulu vit nokk fáa málini, sigur Sámal Erik, sum hevur góðar vónir um at tað skal eydnast at spæla seg víðari.
- Tað er altíð 50% møguleiki, men eg tori at siga, at vit hava betri møguleika enn tað. Vit skulu nú vaska talvuna reina og vísa hví vit ongantíð hava tapt á útivølli í ár, segði Sámal Erik Hentze at enda.









