Teir hava verið trúfastir út um tað vanliga

Í gjár vórðu teir heiðraðir

- Teir hava trúfastir í fólksins tænastu, útyvir tað vanliga.

 

Tað segði Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, nú heilir átta sløkkiliðsmenn á Skálafirði heiðraðir við ”Dronningens fortjenestemedalje i sølv”.


Tað er ikki óvanligt at fólk fáa ein heiður fyri serliga drúgt arbeiði á sama arbeiðsplási.
Heldur óvanligt mann tað vera, at heilir átta sløkkiliðsmenn fáa heiðurstekin fyri at hava verið sløkkiliðsmenn í yvir 40 ár.

 

Sunleiv Højgaard sigur, at í 1974 ásannaðu kommunurnar við Skálafjørðin, at tað var neyðugt at skipa eitt sløkkilið, eftir at tað fleiri eldsbrunar og óhapp. Og á felags fundi tann fjórða september 1974, var semja um at arbeiða við at fáa eitt felags sløkkilið fyri tær fýra Kommunurnar, Skála-, Sjóvar-, Nes-  og Runavíkar kommunu.
Tann 10. mai 1975 var komið so mikið áleiðis, at brunanevndin, sum tá sat, avgjørdi, at hvør kommuna skuldi útnevna sløkkiliðsmenn í eitt felags sløkkilið, sum skuldi nevnast Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið.

 

- Kommunurnar gera skjótt av, og áðrenn mai mánaði er av, eru sløkkiliðsmenn útnevndir og útgerð og brandbilur bílagt.

 

Sunleiv Højgaard sigur, at hóast tað nú eru liðun 40 ár, eru átta av teimum fyrstu sløkkiliðsmonnunum enn til dystin fús.

 

Og í gjár var samkoma í Løkshøll, har Jóhannes Danielsen, formaður í Tilbúgvingarnevndini, heiðraðu teir við “Dronningens fortjenestemedalje i sølv” 

 

Teir átta sløkkiliðsmennnirnir eru, frá vinstru, Jóannes Lamhauge í Runavík,  Andras Hansen á Skála, Ólavur Berg á Skála, Petur Chr. Rasmussen á Skála, Kaj Olsen á Skála, Hilmar Joensen á Skála, Eiler Hansen á Nesi og Dánial Poulsen á Lamba.